Mánadagin 17. august byrjaðu tríggir flokkar á Heilsuskúla Føroya. Ein námsfrøðihjálparaflokkur, ein heilsuhjálparaflokkur og ein heilsurøktaraflokkur. Frammanundan er ein heilsuhjálparaflokkur byrjaður fyrst í august.
Tilsamans eru 53 næmingar byrjaðir á Heilsuskúla Føroya hesa ferð.
Tað serliga við nøkrum av flokkunum í ár er, at tann eini heilsuhjálparaflokkurin skal taka størsta partin av undirvísingini í Havn, meðan heilsurøktaraflokkurin er skipaður eftir einum heilt nýggjum leisti, tað vit kalla fleksleistur.
Tað er altíð ein serligur rómur í skúlanum, tá ið nýggir flokkar byrja. Lærararnir eru spentir at taka ímóti nýggjum fólki, meðan næmingarnir bæði eru spentir og kanska eitt sindur fjálturstungnir. Teir fyrstu dagarnar verður skipað fyri innleiðslu, fyri at tryggja, at næmingarnir fella væl til.
Fleiri myndir eru á Facebook-vanganum hjá Heilsuskúla Føroya.



Facebook viðmerkingar