Helana D. Nielsen og Sproti FM-silvur

BySuðuroyarportalurin

31. august 2026

Ríðisambandið: Leygardagin var seinasta av fimm FM-kappríðingum hildin á breytini hjá Vága Ríðingarfelag í Vágum, og sostatt er enn eitt spennandi kappingár komið at enda.

Ása Bárðardóttir og ryssan Silfá høvdu longu tryggjað sær FM-heitið í tvíspori fyri vaksin við 29 stigum. Tó gjørdist tær júst ov stuttar at vinna á degnum, tá Thor við Hannu S. Petersen hevði múlan framman fyri Silfá. Tíðirnar vóru ávikavist 18,74 og 18,82. Spenningur var um 2. og 3. plássi, sum endaði við at Sproti og Helena D. Nielsen vunnu FM-silvur við 17 stigum, meðan Bragi og Barbara R. Mouritsen vunnu FM-bronsu við 16 stigum.

Facebook viðmerkingar