Vinarbond skapt í Vági, halda fram

ByMagnus Pauli West

3. september 2026

Fyrr í ár búðu Lena og Damian úr Póllandi og Alina, Aaro og Veikko úr Finnlandi í Vági í nakrar vikur, sum partur av Arctic Digital Nomads verkætlanini, stuðlað av NORA.

Tey hittust, meðan tey vóru í Vági, og nú, nakrar mánaðir seinni, hittust tey aftur, hesuferð í Finnlandi.

Lena og Damian hava verið á ferð í Finnlandi og hava millum annað vitjað Áland eftir viðmæli frá Alinu. Á ferðini hittust tey við Alinu og Aaro í Turku, har tey hugnaðu sær saman.

Og Vágsbygd var eisini við. Øll høvdu nevniliga Vágs Kommunu-posan við sær í Turku, og sum tey sjálvi skemtiliga orðaðu tað: “Hard core Vágur promotion on the streets of Turku”.

Tað er stuttligt at síggja, at vinabondini, sum vórðu skapt undir uppihaldinum í Vági, liva víðari, nú nomadarnir eru farnir hvør til sítt. Og eitt vóru tey øll samd um – tey sakna Vágsbygd.

Facebook viðmerkingar