250 umsóknir uppá 5 minuttir

BySuðuroyarportalurin

2. september 2026

Týsdagin 1. september kl. 12 varð latið upp fyri tilmelding á heystkeiðið 2027 og várskeiðið 2028 á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy.

Tað tók bara fimm minuttir, so hevði Ítróttaháskúlin fingið 250 umsóknir. Pláss er sum kunnugt fyri 48 næmingum á hvørjum skeiði.

Tað eru annars 10 ár síðani at fyrstu næmingar byrjaðu á heystskeiði á Ítróttaháskúlanum. Síðani er áhugin fyri at sleppa á Ítróttaháskúlan vaksin ár um ár, og nú hava altso 250 næmingar søkt um at sleppa á Ítróttaháskúlan heystskeiðið 2027 og várskeiðið 2028. Frammanundan er fullsett til várskeiðið 2027.

Facebook viðmerkingar