Tann 1. august hevði Finnbogi Danielsen starvast í 55 ár hjá Poul Hansen. Í hesum sambandi bjóðaði Finnbogi lagkaku í kantinuni og Tony Rasmussen, stjóri, lat blómutyssi frá fyritøkuni.
Finnbogi er samstundis tað starvsfólkið, ið hevur starvast longst hjá Poul Hansen í skjótt 100 ára gomlu søgu Poul Hansens.
Suðuroyarportalurin ynskir Finnboga hjartaliga tillukku!


Facebook viðmerkingar