Biskupskelda: Talið av ferðafólkum, sum vitja Føroyar og eisini Suðuroynna, er í støðugum vøkstri. Hetta sæst eisini aftur í talinum á vitjandi hjá Biskupskeldu, sum í summar hevur sett nýtt met.
Seinastu árini hava vit í Biskupskeldu roynt at skráseta, hvørji lond okkara vitjandi koma frá. Í fjør (2025) høvdu vit vitjandi úr í minsta lagi 19 ymiskum londum. Higartil í ár hava verið væl fleiri vitjandi, og eisini eru tey komin úr fleiri ymiskum londum.
Nú summarið er farið at halla, hava fólk úr í minsta lagi 30 ymiskum londum vitjað Biskupskeldu fram til endan av august.
Tað eru fleiri ymisk sløg av ferðafólki, sum koma á vitjan hjá Biskupskeldu.
Summi koma fram við, tí tey eru á ferð í nærumhvørvinum. Onnur hava eina vitjan á skránni sum lið í einari tilrættislagdari ferð við størri ella minni ferðalagi. Og so eru tað rættiliga nógvir øl-nørdar, sum hava vitjað í summar – hetta var eisini galdandi í fjør – og sum nakað nýtt eisini cider-nørdar.
Hesin seinasti bólkurin – øl-nørdarnir og cider-nørdarnir – eru rættiliga áhugaverdar vitjanir við góðum práti um øl og cider. Í flestu førum er talan um fólk, sum ferðast rættiliga miðvíst eftir øðrvísi øl- og ciderupplivingum.
Vitjanin hjá Biskupskeldu fevnir altíð um eina frágreiðing um Biskupskeldu, um søguríka Biskupskelduhúsið, sum varð bygt í 1870-árunum, og um øl og cider frá Biskupskeldu.
Tað hevur verið hugaligt at taka ímóti nógvu útlendsku gestunum og stóra talinum av føroyskum vitjandi í summar.
Nú fara vit undir heyst- og vetrarskránna við tiltøkum av ymiskum slagi og eisini við vetrar- og jólaøli á skránni.
Fólk úr hesum londum hava vitjað í summar.



Facebook viðmerkingar