Eftir umfatandi umvælingararbeiði á gólvið er Vágs Høll klár at takast í nýtslu aftur.
Nú høllin letur upp aftur, er avgjørt, at frameftir verður bert høvuðsinngongdin vestanfyri brúkt sum inngongd til Vágs Høll og ítróttarøkið sum heild.
Hetta merkir millum annað, at inngongdin frá kampingøkinum verður stongd. Henda hurðin verður frameftir bert nýtt sum neyðhurð.
Høllin letur upp aftur mánadagin.


Facebook viðmerkingar