Aftankvirra í Vágs kirkju týskvøldið

BySuðuroyarportalurin

7. september 2026

Týskvøldið 8. September kl. 19 verður aftankvirra í Vágs kirkju.

Ingi Poulsen og Barbara Hjelm fara at syngja nakrar sangir, eisini vera tveir felagssálmir sungnir.

Dagurin eitur Mariumessa á heysti og fer Patrick de Neergaard, prestur at lesa eitt stykki um Mariu.

Aftaná verður kaffi í forkirkjuni.

Facebook viðmerkingar