Í Samkeyp í Vági – ella handlinum á Gørðunum, sum hann eisini verður róptur – fæst tað mesta, ið tørvur er á í gerandisdegnum. Her er eitt fjølbroytt úrval til bæði matgerð og húsarhald. Men 129 ára gamli handilin er meira enn bara eitt stað at keypa inn. Hann er eisini eitt natúrligt savningarstað í bygdini, har fólk hittast og kenna hvønn annan. Tey somu andlitini ganga aftur, fólk steðga á til eitt prát, og ungdómurin kemur inn at keypa ella bara at hugna sær saman eina løtu í kaffistovuni, sum er partur av handlinum.
EIN HANDIL VIÐ 129 ÁRUM Á BAKI
Tað er felagið D. J. Vilhelm, sum eigur og rekur Samkeyp í Vági. Søgan hjá felagnum røkkur heilt aftur til 27. januar 1897, tá D. J. Vilhelm varð stovnað sum matvøruhandil vesturi við Misá. Við sínum 129 árum telist handilin sostatt millum elstu matvøruhandlar – og handlar yvirhøvur – í Føroyum. Krambúðin á Gørðunum rúmar eisini øðrum virksemi, tí á aðru hædd heldur endurnýtsluhandilin hjá Reyða Krossi til.
BÍLIGT OG LOKALT
Samkeyp er eitt samtak av keypmonnum og fevnir um 18 handlar kring landið, sum í felagsskapi eru við til at styrkja hvønn annan og skapa grundarlag fyri, at fólk kunnu keypa bíligt og samstundis lokalt. Tað hevur kanska størri týdning nú enn nakrantíð.
Príshækkingarnar seinastu árini hava gjørt tað truplari hjá nógvum húsarhaldum at fáa gerandisdagin at hanga saman, og tí er tað týdningarmikið at hava ein lokalan handil, har prísirnir eru kappingarførir, og har fólk fáa tað, teimum tørvar.og rekur Samkeyp í Vági.
MEIRA ENN TAÐ, SUM FER Í INNKEYPSPOSAN
Samstundis hevur handilin á Gørðunum varðveitt nakað, sum ikki kann mátast í krónum og oyrum: tann lokala nærveruna. Her snýr tað seg ikki bara um at fylla innkeypsposan, men eisini um at hitta fólk, skifta nøkur orð og vera partur av tí lokala lívinum. Soleiðis hevur handilin í meira enn eina øld verið ein partur av gerandisdegnum í Vági – og er tað framvegis í dag


Facebook viðmerkingar