24. umfar í 1. deild er á skránni í vikuskiftinum. Og hóast tað longu er greitt, at B71 og FC Suðuroy flyta upp í Meistaradeildina, so er tað framvegis nógv at spæla um.
Í oddinum eru 6 stig frá B71, sum er á 1. plássi, til FC Suðuroy, sum er á 3. plássi, 1 stig aftanfyri Víking, sum FC Suðuroy spælir ímóti leygardagin.
Í botninum er EB/Streymur niðast við 11 stigum. Í løtuni er HB á 0. plássi við 21 stigum. FC Hoyvík hevur 22 stig og NSÍ hevur 25 stig. Tað eru 12 stig at spæla um, so tað sær trupult út hjá EB/Streymi, men onki er avgjørt um hvør fer at fylgja EB/Streymi niður í 2. deild.
Leygardagin tekur TB ímóti FC Hoyvík, sum stríðist fyri at halda uppá plássið í 1. deild. Dysturin við Stórá byrjar kl. 13.00.
FC Suðuroy skal sum nevnt spæla ímóti Víkingi í Sarpugerði. Tann dysturin byrjar kl. 18.00
Dystirnar í 24. umfari eru hesir:



Facebook viðmerkingar