A-landsliðið hjá hondbóltskvinnunum á venjingarlegu í Vági

BySuðuroyarportalurin

21. september 2026

Í morgin og ónsdagin er A-landsliðið hjá kvinnunum í hondbólti á venjingarlegu í Vági. Í hesum sambandi fær almenningurin eisini høvi at heilsa upp á landsliðskvinnurnar.

Í tveir dagar skipar Hondbóltssamband Føroya fyri venjingarlegu hjá kvinnulandsliðnum. Venjingarlegan fer í størstan mun fram í nýumvældu Vágshøll.

Umframt egnu venjingarnar fara landsliðsleikararnir og venjararnir eisini at standa fyri venjing hjá VB hondbólti. Hetta gevur yngru hondbóltsleikarunum eitt serligt høvi at venja saman við og fáa íblástur frá landsliðsleikarunum.

Høvi at fáa autografar

Almenningurin fær eisini høvi at heilsa upp á landsliðskvinnurnar. Týsdagin millum klokkan 17.00 og 17.30 verður møguligt at hitta leikararnar og fáa autografar.

Vágs Kommuna fegnast um, at Hondbóltssamband Føroya og kvinnulandsliðið hava valt at leggja venjingarleguna í Vági, og ynskir landsliðnum eina góða venjingarlegu.

Facebook viðmerkingar