Jacob eisini í FC Suðuroy í 2027

BySuðuroyarportalurin

23. september 2026

FC Suðuroy og Jacob Munch Jensen eru samd um at halda fram við samstarvinum, og tí verður Jacob partur av FC Suðuroy hópinum komandi ár, tá vit aftur tørna út í Meistaradeildini.

Evnaríki miðverjin kom til FC Suðuroy úr Esbjerg fB í summar og hevur síðani víst seg at vera ein fongur. Við sínum fysikki er Jacob ein stórur og sterkur miðverji, sum samstundis er tryggur og góður á bóltinum. Tí eru vit sera fegin um, at Jacob heldur fram í bláum og verður partur av hópinum, tá vit komandi ár aftur skulu royna okkum millum teir bestu í føroyskum fótbólti.

Hóast nøkur umfør enn eru eftir at leika í 2026, eru fyrireikingarnar til komandi kappingarár í gongd, skrivar FC Suðuroy á Facebook-vanganum.

Facebook viðmerkingar