Bókaverk við søgum úr Suðuroynni sum eingin hevur hoyrt um áður

BySuðuroyarportalurin

25. september 2026

Dimmalætting: Hesar dagarnar kemur eitt sjáldsamt og forkunnugt bókaverk út í handlarnar kring landið.

Tað er søgufróði Torgir Strøm í Porkeri, sum hevur skrivað allar tingbøkurnar á Suðuroyartingi av og nú verður tað givið út í bók.

 Tingbøkurnar fevna um Suðuroyartingið heilt frá 1690 til 1810 og sostatt er talan um eitt rúgvismikið verk, sum verður givið út í trimum bindum, sum eru 330 síður hvørt.

Tórgir Strøm sigur, at upprunaliga var tað Johan O. Samuelsen, lærari á sjómansskúlanum í Havn, sum skrivaði tingbøkurnar av.

Men síðani fekk Torgir Strøm loyvi at fáa handritini og síðani hevur hann brúkt fleiri ár upp á at skriva tey av talgilt.

Hann sigur, at í tingbókunum eru eitt ótal av ótrúligum søgum, sum fólk als ikki vita nakað um nú á døgum. Har eru søgur um vanlukkur av ymsum slagi, søgur um seyðatjóvar og um alt, sum annars varð lagt fyri tingi.

Tað eru eisini nógvar søgur um nýgift hjún, sum brádliga fingið sýslumannin á gátt og kravdi at tey skuldu revsast.

Torgir Strøm sigur, at nógv av málunum, sum eru umrødd í bókini vísa, hvussu fátæksligt tað hevur verið tá á døgum og hvussu ringur standurin hevur verið sum heild.

Bøkurnar eru at fáa í onkrum handlum norðan fyri, og ætlanin er at fáa tær til Suðuroyar í næstu viku.

Facebook viðmerkingar