Annika Olsen forfólk í Svimjisambandi Føroya

BySuðuroyarportalurin

27. september 2026

Annika Olsen nýtt forfólk og Óli Mortensen nýggjur nevndarlimur í Svimjisambandi Føroya

Tann 26. septembur var eykaaðalfundur í Svimjisambandi Føroya við eittans máli á skrá at velja nýtt forfólk.

Á fundinum var semja um at velja Anniku Olsen sum nýtt forfólk. Av tí at Annika Olsen sat sum starvsnevndarlimur frammanundan varð neyðugt at velja eitt starvsnevndarumboð í hennara stað, sum bleiv Òli Mortsensen.

Virkandi forfólkið, Alvi Hjelm, sum hevur sitið síðani apríl fer aftur í sín sess sum næstforfólk. Svimjisamband Føroya vil takka Alva Hjelm fyri tíðarskeiðið, hann hevur røkt starvið og ynskja Anniku Olsen og Òla Mortensen hjartaliga til lukku við nýggju álitissessunum.

Á myndini er nýggja starvsnevndina frá vinstru Rúni Gaardbo, Sabina Poulsen, Signhild Rannváardóttir, Annika Olsen, Òli Mortensen og Alvi Hjelm. Bjørg Oddfinnsdóttir Jensen manglar á myndini.

Facebook viðmerkingar