Hvør skal skriva Oyggjaleikasangin 2027?

BySuðuroyarportalurin

1. oktober 2026

KVF, ÍSF og Betri Oyggjaleikir skipa fyri eini sangskrivarakapping, har leitað verður eftir oyggjaleikasanginum 2027 – sanginum, sum skal seta ljóð á oyggjaleikir í Føroyum summarið 2027


Tríggjar virðislønir verða latnar:

        1. virðisløn: 40.000 krónur
        2. virðisløn: 20.000 krónur
        3. virðisløn: 10.000 krónur

Freistin at senda sang inn er 1. desember 2026. Vinnarasangurin verður frumframførdur á Ítróttafagnaðinum 6. februar 2027.

Treytir fyri luttøku

  • Sangurin skal vera eitt nýtt, upprunaligt verk, sum ikki áður hevur verið alment spælt ella útgivið.
  • Sangteksturin skal snúgva seg um oyggjaleikir og ítrótt. Onnur evni kunnu eisini flættast uppí.
  • Føroyska málið skal vera berandi í sanginum.
  • Allar sangrøddir skulu vera framførdar av menniskjum.
  • Sangurin skal vera so liðugur sum gjørligt, tá ið hann verður latin inn.
  • Luttakarin/luttakararnir skulu eiga øll rættindi til orð, lag og upptøkur.
  • Hvør luttakari kann í mesta lagi senda ein sang inn til kappingina.
  • Dómsnevndin tilskilar sær rætt til í samráð við vinnaran at gera neyðugar broytingar í framleiðslu og ljóðblanding og at mastera sangin av nýggjum.

Innsending
Hvør sangur skal sendast sum ljóðfíla við Wetransfer og vera so liðugur, sum gjørligt.
Hvør sangur skal sendast sum ljóðfíla í MP3-, AIFF- ella WAV-formati saman við teksti og viðkomandi upplýsingum. 

Tilfarið skal sendast til t-postin sangkapping@kvf.fo í seinasta lagi 1. desember 2026.

Døming
Ein dómsnevnd, ið KVF, Oyggjaleikir og ÍSF í felag seta, velur teir tríggjar sangirnar, sum fáa virðisløn. Í dømingini verður dentur lagdur á lag, tekst og hvussu sangurin hóskar sum oyggjaleikasangur.

KVF, ÍSF og Betri Oyggjaleikir gleða seg til at hoyra uppskot til Oyggjaleikasangin 2027.

Meira fæst at vita um Oyggjaleikir her: https://www.faroeislands2027.fo/

Facebook viðmerkingar