TB skal hava nýggjan venjara

BySuðuroyarportalurin

3. oktober 2026

TB og Thomas Thinggaard eru komin ásamt um at enda samstarvið, tí Thomas hevur fingið bjóðað annað venjarastarv í Danmark. Nýggja felagið ynskir, at hann byrjar sum skjótast, og tí vilja okur ikki standa í vegin fyri.

Okur hava verið sera glað fyri samstarvið við Thomas og arbeiðið, hann hevur lagt í felagið. Tí eru okur kedd um, at samstarvið nú endar, men okur skilja avgerð hansara og ynskja honum alt tað besta, skrivar TB á Facebook-vanganum.

Facebook viðmerkingar