Kappingarárið í borðtennis farið í gongd

BySuðuroyarportalurin

5. oktober 2026

Leygardagin varð fyrsta borðtennis-kappingin í nýggja kappingarárinum spæld í høllini á Hálsi í Havn.

Talan var um fyrsta MTV Grand Prix-umfar, og spæld verða tilsamans sjey umfør fram til í mars næsta ár.

31 luttakarar vóru við hesaferð, og vóru leikarar við í øllum aldri – alt frá U9 til vaksin.

Kappast verður í bólkum alt eftir styrki, har tvey tey fremstu í hvørjum bólki flyta upp og tvey tey aftastu flyta niður.

Annað umfar í Grand Prix-kappingini verður 1. november í Trongisvági.

MTV Grand Prix 1 úrslit

Bólkur A

  1. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
  2. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
  3. Suni á Lava (Tór)
  4. Edvard Faa Nårstad (TBF)
  5. Hadassa S. Christiansen (Tór)
  6. Anja Wongwai (TBF)
  7. Teitur H. Albinus (Tór)
  8. Dánial Jacobsen (Tór)

Bólkur B

  1. Ian D. Jacobsen (B68)
  2. Elinborg C. Nygaard (TBF)
  3. Nóam Jóhansson á Rógvu (Tór)
  4. Noam Suni Durhuus (Tór)
  5. Heri Guðlaugson (Tór)
  6. Maiken Hammer (TBF)
  7. Ruben B. F. Benbakoura (Tór)

Bólkur C

  1. Helgi Hovgaard (Tór)
  2. Martin E. Eliasen (Tór)
  3. Jónas Teitsson í Skorini (Tór)
  4. Angelina Øster (TBF)
  5. Ísak Thomsen (TBF)
  6. Dávid Mellemgaard (TBF)
  7. Jónatan Eivindarson (Tór)
  8. John Benjamin Andersen (TBF)

Bólkur D

  1. Johan Jacobsen (Tór)
  2. Heini Mouritsen (Tór)
  3. Harry Fríði Hansson (Tór)
  4. Elias Simonsen (Tór)
  5. Jónas Bech (TBF)
  6. Rósa í Dali (TBF)
  7. Helga N. Mortensen (TBF)
  8. Anja Maria Andersen (TBF)

Facebook viðmerkingar