Veðurstova Føroya: Byrja vit í morgin ári og taka tær seinastu forsagnirnar, so kemur hann lágt, upp í 13 m/s, og fram ímóti morgni fer at regna. Fyrrapartin veksur vindurin, á middegi eru 15 til 20 m/s – enn samdrigið og regn.
Tíðliga seinnapartin veksur vindurin eina løtu upp í 18 til 23 m/s, men minkar niður í 13 til 18 m/s út á seinnapartin, og tá ið slítur í.
Um náttúratíð gongur hann vesturum til útsynning, og so fer vindurin at veksa aftur. Hann fer at vera 18 til 23 m/s, til komið er nakrar tímar út á náttina. Tá fer at minka aftur. Hesa løtuna er hálvskýggjað og okkurt æl í støðum.
Vit kunnu siga, at ringasta løtan er í tveimum. Tíðliga seinnapartin, tá ið hann er ímóti stormi sunnan (sunnan roynist illa í nógvum vindi m.a. á Viðareiði) – og um kvøldið og náttina er tað sama vindferð av útsynningi (útsynningur roynist illa í ringum veðri á Toftum, í Streymnesi, Kunoy og Skúvoy).
Hóast hetta ikki er eitt rættiligt ódnarveður, so eru bestu ráðini at rudda alt leyst uttanfyri, so tað ikki liggur og sløðist.


Facebook viðmerkingar