Sølan av kampingplássum til Dansibandsfestivalin 2027

BySuðuroyarportalurin

26. oktober 2026

Sølan av kampingplássum til Dansibandsfestivalin í Vági, sum verður í døgunum 30. apríl og 1. mai 2027, er løgd út á heimasíðuna billett.fo. Sølan byrjar ónsdagin 28. oktobur kl 18.00.

Tey, sum ynskja at keypa eitt kampingpláss, verða tí biðin um at keypa plássið umvegis billett.fo.

Um man ynskir kampingpláss til rørslutarn, so ber til at skriva til info@vagur.fo ella ringja 239390.

Kampingøkið byrjar at taka ímóti vognum tórsdagin 29. apríl, og er opið til og við sunnudegnum 3. mai kl 17.00. Prísurin fyri hvørt kampingpláss er kr. 999,- + kostnað, fyri allir dagarnar.

Facebook viðmerkingar