Heilsumiðstøðin í Vági er við til at menna framtíðarinnar kommunulæknar

BySuðuroyarportalurin

23. oktober 2026

Í hálvtannað ár hevur Marin í Dali starvast sum útbúgvingarlækni á Heilsumiðstøðini í Vági. Heilsumiðstøðin er góðkend til at taka ímóti útbúgvingarlæknum, og er Marin triðji útbúgvingarlækni, sum er útbúgvin á Heilsumiðstøðini í Vági.

Fyrsta hálva árið av útbúgvingartíðini var Marin knýtt at kommunulæknanum Davíð Gudnason í viðtalu 2. Seinasta árið hevur hon verið knýtt at kommunulæknanum Dorrit Bech Joensen, sum heldur til í viðtalu 1.

Tíðin á Heilsumiðstøðini hevur givið Marin høvi til at menna sínar fakligu førleikar og fáa virðismiklar royndir innan kommunulæknavirksemi.

Vágs Kommuna ynskir Marin í Dali hjartaliga til lukku við loknu útbúgvingini og bestu eydnu í framtíðini.

Facebook viðmerkingar