Næsti stuttfilmurin hjá Vágs Kommunu: Lívið í Vági – Anna Randi og Oddur

ByMagnus Pauli West

20. november 2026

Vágur hevur nógv at bjóða, og góðir karmar eru hjá barnafamiljum at búgva og liva í Vágs kommunu. Kommunan ger nógv fyri sínar borgarar, og samstundis hevur virkna lokalumhvørvið stóran týdning fyri, at fólk trívast, støðast og gerast partur av grannaløgum og felagsskapum.

Í oktobur kom fyrsti stuttfilmurin, har Vágs Kommuna varpar ljós á fyrimunirnar við at búgva í kommununi. Nú er næsti av trimum filmum tøkur at síggja. Í filmunum greiðir ung familja, sum hevur valt at seta búgv í Vági, frá sínum gerandisdegi og seta orð á, hví tey hava valt Vág sum karm um familjulívið.

Í næsta filminum eru tað Anna Randi Hansen og Oddur Joensen, sum greiða frá sínum upplivingum við at flyta úr Kaldbak og suður til Vágs. Tey siga frá, hvussu tað var at fella til sum nýggj familja í Vági, og hvørjar møguleikar og tænastur kommunan og lokalsamfelagið hava at bjóða barnafamiljum.

Anna Randi og Oddur leggja eisini dent á, fíggjarligu fyrimunirnir við at búgva í Vági og hvussu atkomuligt alt í gerandislívið er – her er stutt til flestu hentleikar, og har familjan hevur alt tað, sum henni tørvar, tætt við.

Næsti filmurin í røðini Lívið í Vági er nú tøkur og kann síggjast her.

Facebook viðmerkingar