Kommunurnar í syðru helvt góðtaka ikki avgerðina hjá Heilsu- og orkumálaráðnum

BySuðuroyarportalurin

27. november 2026

Vágs, Sumbiar, Porkeris og Hovs kommunur góðtaka ikki avgerðina um at leggja eina felags heilsumiðstøð fyri alla Suðuroynna á Tvøroyri. Tær krevja, at málið verður tikið upp til nýggja viðgerð, og at møguleikin fyri eini heilsumiðstøð í Vági verður tikin í álvara.

Í einum felags og formligum mótmæli til Heilsu- og orkumálaráðið finnast tær fýra kommunurnar at avgerðini um staðsetingina. Kommunurnar halda ikki, at avgerðin í nóg stóran mun tekur atlit at endamálinum við nýggju heilsulógini, sum millum annað skal tryggja borgarunum heilsutænastur í nærumhvørvinum.

Tær sakna serliga eina greiða grundgeving fyri, hví uppskotið um at byggja víðari á verandi Heilsumiðstøð í Vági ikki varð valt.

Í almennu viðmerkingunum til lógaruppskotið verður eisini lagt upp til, at verandi kommunulæknaviðtalur kring landið skulu varðveitast og mennast við fleiri heilsutænastum.

Heilsumiðstøðin í Vági verður enntá nevnd beinleiðis í viðmerkingunum sum eitt dømi um eina verandi heilsumiðstøð, har ymiskar heilsutænastur longu verða veittar.

Óttast fyri verri atgongd í syðru helvt

Kommunurnar halda, at landafrøðilig viðurskifti, ferðing, atkomuviðurskifti og responstíð eiga at verða tikin við í metingina. Sambært kommununum er tað ikki nóg mikið at vísa á fyrimunirnar við einum sterkari fakligum umhvørvi og betri samstarvi, uttan samstundis at prógva, at borgarar í allari oynni fáa somu atgongd til heilsutænasturnar.

Krevja nýggja viðgerð

Kommunurnar heita á Heilsu- og orkumálaráðið um at taka avgerðina upp til nýggja viðgerð, viðgera uppskotið um eina heilsumiðstøð í Vági og leggja fram eina ítøkiliga meting av atkomuviðurskiftum og responstíð í bæði norðaru og syðru helvt av Suðuroynni.

Harumframt vilja tær hava eina greiða frágreiðing um, hvussu kommunurnar eru tiknar við í tilgongdina, og hvørjar ítøkiligar grundgevingar liggja aftan fyri avgerðina um ikki at velja Vág.

Kommunurnar leggja dent á, at tær ikki eru ímóti at menna heilsutænasturnar í Suðuroynni ella at skapa eitt sterkari fakligt umhvørvi.

Men tær vilja ikki góðtaka, at ein slík menning fer fram á kostnað av atgongdini hjá borgarunum í syðru helvt.

Tær fýra kommunurnar halda tí fast við, at Heilsumiðstøðin í Vági skal vera ein partur av framtíðar heilsuskipanini í Suðuroynni.


Facebook viðmerkingar