Hevur tú minst til at sløkkja bilalarmin?

BySuðuroyarportalurin

10. november 2026

Tað er næstan vorið gerandiskostur, at bilar standa og ýla allan vegin um Suðuroyarfjørð, og er hetta til stóran ampa hjá bæði ferðafólkum og manning.

Í hesum sambandinum er Strandferðslan farin undir eitt kunningarátak umborð á Smyrli, við tí endamáli at minna ferðafólk á at sløkkja bilalarmin, áðrenn ferðin byrjar.

Sum partur av átakinum verða sjónligar áminningar settar upp umborð, og verða bilførarar eisini mintir á at sløkkja bilalarmin, um bilurin er farin at ýla umborð á túrinum.

Strandferðslan heitir tí á allar bilførarar um at minnast hesa lítlu, men týdningarmiklu atgerðina, sum kann gera stóran mun fyri trivnaðin umborð.

Strandferðslan takkar ferðafólki fyri góða samstarvið og ynskir øllum eina góða ferð við Smyrli.

Facebook viðmerkingar