Ein part av skránni á Norðurlendsku Strandamentanarstevnuni á Siglufjørðinum fevndi um at vísa føroyska bátin fram á fjørðinum – og leygardagin varð róð við grindabátum á Siglufjørðinum.
Tveir av grindabátunum úr Vági, Trolarin frá 1901 og Oyrabáturin frá 1917/1918, hava við manning verið á Siglufjørðinum og luttikið í strandamentanarstevnuni, Nordisk Kystkultur festival.
Leygardagin vóru bátarnir sjósettir á Siglufjørðinum og í góðveðrinum var róð og siglt við seglum. Nógv fólk var komið saman at síggja vøkru bátarnir á fjørðinum.
Niðanfyri eru nakrar myndir.
Facebook viðmerkingar