Í morgun hevur verið lýst eftir Helga Johannesen, sum nú er funnin aftur í øllum góðum á Kongens Nytorv.
Lýst varð í morgun:
Ungi føroyingurin, Helgi Johannesen, er púra horvin í Keypmannahavn, og familjan leitar nú eftir honum.
Helgi Johannesenn kom saman við einum vinmanni til Keypmanahavnar frá Jamaica mikumorgunin kl. 0330. Teir løgdu seg síðan at sova í einari íbúð á Fredriksberg.
Helgi er ikki sæddur síðan hósmorguni kl. 0430 tá hann gekk einsamallur uttanfyri Laurits Betjent.
Har møtti hann einum føroyingi og segði at hann var á veg heim og at telefonin var útbrend. Helgi er tó ongantíð komin heim.
– Hansara fartelefon er sløkt og hann hevur ikki verið online á sosialum miðlum seinasta hálva annað døgnið.
Familjan heitir á øll um at deila hesi boðini og ynskir at hoyra frá onkrum, sum kanska veit okkurt um, hvar Helgi kann vera.
Boð um Helga kunnu ringjast til 566210 – 566262 – 262279 – 773020.
Facebook viðmerkingar