Myndir frá fyrsta túrinum – BUBU á ferð

í gjár var fyrsti teinurin súkklaður, í sambandi við verkætlanina BUBU á ferð, har innsavnan er fyri felagsskapir ið virka fyri at betra um barna og ungdómsárini hjá børnum í Føroyum. 

 
Út við 50 súkklarar vóru við á ferðini í gjár, ið fyri tey allar flestu byrjaði í Klaksvík, men har eisini nøkur høvdu súkkla allan vegin úr Havn. 
 
Tá ið komi var norður á Viðareiði, hevði bygdafólki savna seg saman, og ein ikki sørt rørdur BUBU tók ímóti teimum mongu børnunum, ið lótu eitt oyra, og síðani heilsaði borgmeistarin Hans Jákup Kallsberg uppá, við at lata eitt oyra í bussuna og síðani vegna bygdina og bygdarfólki, handaði BUBU ein stóran kekk, tað var sera kveikjandi løta. Eftir hetta tók myndamaðurin á túrinum Einar Vang eina felagsmynd.
 
So lá leiðin av Viðareiði inn í Hvannasund, har steðga var við Cafe Old School, har Bubu heilsaði uppá og fólk stuðlaðu, áðrenn leiðin gekk til Klaksvíkar. Eitt sera vælvirkandi toymi av limum í Norðoyar Bjarginarfelag, fylgdi á øllum teinunum súkklarunum og BUBU, og tí var ferðin gjøgnum tunnlarnar norður um fjall, ein leikur í gjár, hóast hesir manga hava verið ein stór avbjóðing. 
 
Seinasti parturin av teininum í gjár, var leiðin inn til Klaksvíkar, og júst tá kom eitt lítið æl, men tað darvaði á ongan hátt. Hópin av fólk var komi saman við bátabrúgvarnar, og BUBU sum tann klossuti klovnurin hann er, var einasti ið datt, beint framman fyri allari mannamúgvuni, men av tí at hann nýtti hjálm, so fekk hann ongan snuddin, og er longu klárur aftur til næsta súkklutúrin. 
 
Í Klaksvík tók borgmeistarin í móti, og heilsaði verkætlanini sera vælkomnari og vísti á at eisini Klaksvíkar Kommuna sá týðuliga, at tørvurin fyri at hjálpa børnum í Føroyum er stórur, og tí stuðlaðu teir eisini við einum stórum gávukekki. 
 
BUBU endaði løtuna við at syngja nakrar sangir og heilsa uppá børnini, samstundis sum bússururnar gingu runt, og fólk lótu stuðul, og FK bjóðaði øllum børnunum sunkist. 
 
Ætlandi súkklar BUBU við vinum, av Strondum til Runavíkar og síðani til Leirvíkar fríggjadagin 17. august (í komandi viku) sum ein upptakt til sjómannadagin, soleiðis at børn ið eru til tiltøkini, eisini náa stóra vatnkríggi í Klaksvík, ið føroya sjómannadagur skipar fyri. 
 
BUBU takkar øllum fyri góðu móttøkuna, stuðulin og til ber at fylgja við verkætlanini HER! og annars verður kunnað á vanganum hjá Klovnurin BUBU.
 
 
 
 
Myndirnar frá Einar Vang síggjast her: https://www.einarvang.com/bubu_a_ferd_klaksvik

Facebook viðmerkingar