FILMSBROT: Ferðafólk verða rógvin í land á Hvalbiarfirði í 1950.

Eitt stutt filmsbrot, har ferðafólk verða rógvin í land á Hvalbiarfirði í 1950. Litfilmsupptøkur hjá Alf og James Cordiner, feðgar úr Aberdeen í Skotlandi, ið vóru stórir Føroyavinir, og vitjaðu javnan her á klettunum.

Samskiftið millum føroyska umboðsmannin í Aberdeen, Sofus Poulsen og Ingu Simonsen í Havn førdi til, at abbasonur James og sonur Alf, Stephen Cordiner lat filmsrullurnar til Føroyar.

Tað er Heri Simonsen sum leggur stórt arbeiði í at fáa filmsbrotini atgongilig hjá almenninginum á Youtube.

 

Facebook viðmerkingar