Dopplers í SALT fríggjakvøldið

Dopplers – Vokal performance ensemble á Summartónum í SALT fríggjakvøldið 17. august kl. 20.

Dopplers hava m.a. vunnið gull heiðursmerki á altjóða kórkapping.

Ein av limumum er føroyska Tóra Vestergaard

Sangbólkurin Dopplers er samansettur av 10 sangarum, undir leiðslu av Astrid Vang-Pedersen. Sambandið millum Dopplers og Føroyar er Tóra Vestergaard, ið er ein av sangarunum í bólkinum.

Bólkurin hevur eitt fjølbroytt repertoire, ið fevnir um pop, fólkatónleik, upprunatónaleik og klassiskan tónleik, og bólkurin arbeiðir við at samantvinna hesar tónleikagreinar. Dopplers hevur serligt fokus á framførðslur við hugkveikjandi koreografi og hartil eisini samskifti og samanspæl við áhoyraran. Bólkurin komponerar og útsetir stórsta partin av tónleikinum, men nýtir eisini kend værk.

Dopplers vann gull heiðursmerki til altjóða kórkappingina í Randers 2012, og annað pláss í bólkinum ”Rútmiskt kór”, og harafturat eina virðisløn fyri ”mest nýskapandi framførðslu” á Århus Vokal Festival 2015. Í 2017 var Dopplers úttikið til at framførða til World Symposium on Choral Music, ið er hvørt 3. ár í ymiskum vertsbýum runt í heiminum, sum eitt slag av kór olympiadu.

Dopplers hevur júst útgivi sína aðru EP við heitinum Colours of Peace.
Aftaná konsertina er møguleiki at ognað sær EP’ina og annað.

Her hevur bólkurin eksperimentera við egnum kompositiónum og útsetingum, har tey seks løgini eru blivin til eina svitu, ið tekur lurtaran á eina ferð kring tað fjøltáttaðu ljóðmyndina, ið vokaltónleikur kann bjóða uppá.

Les meira á www.dopplers.dk

Dopplers hava eisini konsert í Gøtu Kirkju, Hósdagin 16. august, kl. 20

Facebook viðmerkingar