Áhugin fyri at sleppa á Ítróttaháskúla er stórur. Seinsatu tíðina hava nógv meldað til Ítróttaháskúlan og nógv spyrja eisini eftir møguleikanum at melda til skeið í 2020, av somu orsøk hava vit gjørt av at lata upp fyri tilmelding til várskeiðið 2020, sigur Guðmundur Joensen, háskúlaleiðari.
Mánadagin byrjaði heystskeiðið 2018 á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. 42 næmingar úr Føroyum, Danmark, Svøríki og Íslandi byrjaðu á heystskeiðnum og eru nógvar tilmeldingar eisini komnar til skeiðini í 2019.
Herfyri varð eisini latið upp fyri tilmeldingum til ársskeiðið 2019-2020, og vit merkja ein alsamt vaksandi eftirspurning eftir at sleppa at melda til skeið í 2020, tí hava vit gjørt av at lata upp fyri tilmelding til várskeiðið 2020 eisini, sigur Guðmundur Joensen.
Tilmelding til Ítróttaháskúlan í Suðuroy fer fram á heimasíðuni hjá Ítróttaháskúlanum: www.his.fo
Facebook viðmerkingar