Mánadagin byrja 42 næmingar á Ítróttaháskúlanum í Suðuroy. Guðmundur Joensen, háskúlaleiðari, sigur, at áhugin fyri at sleppa á Ítróttaháskúlan í Suðuroy er sera stórur og fingu vit fleiri enn 90 tilmeldingar til heystskeiðið.
Tað eru longu nú nógvar tilmeldingar til komandi ár, bæði til várskeiðið og heystskeiðið 2019, sigur Guðmundur Joensen.
Kundi tú hugsa tær eitt upplivilsi fyri lívið, so ber til at melda til bæði várskeiðið 2019, heystskeiðið 2019 og til ársskeiðið 2019-2020.
Tilmeldingarskjalið er her.
Facebook viðmerkingar