Stórt heilsutiltak í Suðuroynni fríggjadagin

Fríggjadagin verður Suðuroyggin karmur um eitt stórt og spennadi heilsutiltak, fyri allar aldursbólkar.

Undir heitinum BETRI Heilsa, bjóðar rørslufelagið Hvistan í Suðuroynni bæði børnum, ungum, vaksnum og eldri til alskyns tiltøk og upplegg, um heilsu, og rørslu.

Dagurin byrjar við stórum ítróttardegi fyri allar fólkaskúlarnar í Suðuroynni kl. 09.00, tá ið tey hittast í Vági til hópin av spennandi tingum, so sum rørslu, hugna, spølum, fyrilestrum, testum og øðrum.

Seinnapartin verður stórt ókeypis almennt tiltak, har bæði børn og vaksin kunnu luttaka. Apoteksverkið luttekur við tilboðum um at fáa mált vekt, blóðtrýst og annað. Møguleikar verur fyri at royna ymiskum rørslutilboð, so sum gongutúr, súkklutúr, aquafitess, sirkulvenjing (styrkjan av lendum, ryggi, búk og meira) umframt at kendi danski fyrilestrahaldarin og sjónvarpsverturin frá TV3 úr sendingini: Extrem Fed, Henrik Duer eisini luttekur við fyrilestrinum, ið ber heiti: Viðvarandi vekttap og góður lívsstílur.

Umframt hetta, so hevur Pálshøll kvøldaropið, har ein kann njóta ein góðan svimjitúr, heitupottarnar uttandura, sauna og meira, so møguleikin til at kanna heilsustøðuna, fingið vegleiðing um heilsustøðuna, góð ráð til rørslu og lívsstíl eru avgjørt til staðar, tá ið BETRI heilsutiltakið hjá rørslufelagnum Hvistuni verður fríggjadagin. Meira kann lesast á facebook vanganum: betri heilsa.

Skráin fyri almenna tiltakið henda dagin sær soleiðis út:

15.30 BETRI Heilsa:
– 15.30 Tónleikur, vatn, kaffi og gott til góman í Marghøllini
– 16.00 Hvussu er tín heilsustøða, fá kanna blóðtrýst, bmi, vekt,
– 16.10 Spøl í Marghøllini fyri børn
– 16.10 Gongutúrur frá Marghøllini
– 17.00 Fyrilestrar: Henrik Duer í auluni í Vágs skúla
– 18.00 Venjingartími á vøllinum í Marghøllini: rygg, búk, lendar…
– 19.00 Introtími til Aqua fitness (kanna)
– 19.00 Rennitúrur og/ella gongutúrur, øll kunnu luttaka
– 19.00 Súkklutúrur, bæði fyri roynd og óroynd. Súkkla og hjálmur krevst.
– 22.00 Kvøldopið í Pálshøll
*) Sauna
*) Heitir pottar

Facebook viðmerkingar