Í vikuni vóru Ester Husgaard og Jógvan Dahl Niclasen á Savninum á Gørðunum í Vági við einum sjáldsamum serveringsbakka úr kopari og messing.
Serveringsbakkin er fyri nógvum ártíggjum síðani farin úr Vági
Jógvan Dahl Niclasen er sonur Sannu Dahl Niclasen, sum varð ættað úr Vági. Sanna Dahl Niclasen var dóttur Jógvan Dahl við Krosslið og Elsebeth Helenu Dahl av Gørðunum, og var sostatt eisini systur Petur Dahl (vanliga nevndur Petur Spar) og Johannu.
Sanna, sum var lækni og eisini stovnari av Krabbameinsfelagnum, arvaði serveringsbakkan eftir foreldrunum úr Vági. -Og var serveringsbakkin nú farin í 3. lið til Jógvan Dahl Niclasen og konuna Ester Husgaard.
Fyri tíð síðani gjørdu tey av, at sjáldsami serveringsbakkin úr kopari og messing skuldi aftur til Vágs.
Og í vikuni vóru tey í Vági, har serveringsbakkin varð latin til Savnið á Gørðunum.
Serveringsbakkin er frá umleið ár 1900 ella kanska nakað áðrenn hetta. Til serveringsbakkan hoyrdi eisini kaffi- og tekanna, ketil og annað úr kopari og messing.
Facebook viðmerkingar