Í morgin er átakið Rudda Føroyar á skrá kring landið, men næmingar á Ítróttaháskúlanum fóru longu til verka í dag, fríggjadagin.
Næmingarnir hava ruddað ymsastaðni í nærumhvørvinum í Vági.
Og siga tey á Facebooksíðuni, at tað er ikki eiðasørt, sum liggur og sløðist! Plastikkposar, ketur, flamingo, tunnur, fløskur og alt har í millum!
Hetta hava vit roynt at gjørt okkara ískoytið til at Rudda Føroyar!
Næmingarnir hava verið sera ágrýtnir og raksir, skrivar Ítróttaháskúlin á Facebook.
Facebook viðmerkingar