Heystkonsert í SALT

Leygarkvøldið, tann 6. oktober kl. 20.00 verður Heystkonsert í SALT, við nøvnum úr Froðba, Trongisvági og Tvøroyri.
Ikki so fáir tónleikarar húsast kring fjørðin ella hava gjørt tað í styttri ella longri skeið!

Og fleiri teirra fara nú at geva eina konsert í SALT.

Tað eru Janus á Húsagarði, DEGO(Drós Ákadóttir, Elin Súsanna Mortensen, Gudmund Mortensen, Óli Holbæk Mortensen) Pól Arni Holm, Tróndur og Lív, Guðrun Sólja, Eyðun Nolsøe og Holbæk & Bluesgarparnir (Dennis Lave, Dávið Jacobsen, Sverri Jacobsen, Óli Holbæk Mortensen og Kristian Holbæk).

Komið og fagnið tónleikinum og SALT, leygarkvøldið 6. Oktober kl. 20.00.
Atgongumerki kunnu keypast gjøgnum atgongumerki.fo, í Tangabúðin og Torgið, klædna- og búnýtishandilin…… og kostnaðurin er kr. 150.

Facebook viðmerkingar