VB hondbóltsskúla í heystfrítíðini

Aftur í ár skipar VB fyri hondbóltsskúla í heystfrítíðini. Børnini fáa nakrar spennandi og stuttligar dagar í Vágs Høll og í Marghøllini.

Í Marghøllini verður spælt á grasi, eins og tá lið eru til kappingar uttanlanda, eitt nú í Dronninglund.

Ein landsliðsvenjari kemur at hava nakrar venjingar við teimum eldru í Vágs Høll.

Hondbólsskúlin er ætlaður øllum børnum, sum ganga í 1. – 10.flokk.

Kostnaður fyri skúlan er 250kr, og systkin fáa avsláttur.

Við í prísinum er døgurði og frukt báðar dagarnar og diskotek í VB húsinum ónskvøldið kl 19.30 – 22.00, har møguleiki verður at keypa okkurt gómagott.

Tá skúlin er liðugur, fær hvør luttakari gávu og prógv.

Freistin at boða frá luttøku er fríggjadagin 12. Oktobur hjá Gurið Augustinussen, tlf. 503485

Facebook viðmerkingar