U15 vunnu uppborið á Liktinstein

MYNDIR & FRÁSØGN: U15 landsliðið í fótbólti hjá dreingjum vann seinnapartin 4-3 á Liktinstein. Men úrslitið sigur ikki nógv um sjálva dystargongdina.

Seinnapartin spældu U15 dreingirnar hjá Føroyum ímóti Liktinstein á Freizeitpark Widau í Ruggell í Liktinstein.

Greinin heldur áfram undir myndunum.

Liktinstein byrjaði dystin betur og hevði fyrstu løtuna greitt yvirvág, men helst var hetta orsaka av, at okkara leikarar vóru sera varnir fyrstu minuttirnar – og kanska eisini eitt sindur bilsnir av at Liktinstein hevði 3-4 leikarar, sum vóru sum vælvaksnir menn til støddar.

Men tá sloppið var av við fyrstu nervarnir, so byrjaði tað at ganga betur hjá Føroyum, sum eisini hevði fyrsta veruliga málmøguleikan tá 5-6 minuttir vóru farnir.

Men hóast hetta, so var tað Liktinstein, sum legði seg á odda 1-0 tá 7 minuttir vóru farnir. Føroyar svaraðu tó aftur beinanvegin og tveir málmøguleikar í sama álopi endaðu við at Hjarnar Johansen javnaði til 1-1.

Í 18. minutti legði Heini Sørensen Føroyar á odda 2-1 við einum framúr góðum frísparki úr eini 20 metra fjarstøðu, sum endaði at kalla í tríkantinum, uttan møguleika hjá málverjanum hjá Liktinstein.

Greinin heldur áfram undir myndini.

Føroyar høvdu hesa løtuna tamarhald á dystinum og spældu seg væl burturúr flestu støðunum. Tá 35. minuttir vóru farnir fingu U15 dreingirnar aftur mál eftir at trýst varð lagt á málið hjá Liktinstein. Málið gjørdi Sigurð Rasmussen.

Næstu minuttirnar fram til hálvleik (dreingirnar spæla 40 min. hvønn hálvleik) mistu dreingirnar konsentratiónina. Fyrst førdi eitt óneyvt útspæl frá málverjanum til at Liktinstein fekk minkað um munin til 3-2. Hetta var í 38. min. Og í 39. min. fekk Liktinstein eitt heldur óneyðugt fríspark beint uttanfyri 16 meturin – og við hjálp frá stongini endaði frísparkið í málinum og so var javnleikur 3-3.

Fitt av áskoðarum var til dystin. Greinin heldur áfram undir myndini.

Lítið er at ivast í, at Øssur Hansen, venjari, í hálvleikinum hevur mint leikararnar á, at halda høvdið kalt og vísa hvat teir duga til fótbólt.

Í seinna hálvleiki tóku U15 dreingirnar hjá Føroyum eisini heilt og fult ræði á dystinum. Gamaní skaptu teir ikki nógvar stórar málmøguleikar, men umframt at skapa gott spæl frameftir vøllinum, so forðaðu teir eisini Liktinstein í at skapa nakað yvirhøvur. Liktinstein hevði í seinna hálvleiki onga veruliga roynd á føroyska málið og var bert í fáum førum frammi ímóti brotsteiginum hjá Føroyum.

Greinin heldur áfram undir myndini.

Leikliga yvirvági førdi eisini við sær, at Føroyar kom fram til nakrar málmøguleikar. Tann størsti kom tá 29 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki, tá fleiri føroyskir leikarar stóðu í kø fyri at skjóta bóltin í málið. Leikarar hjá Liktinstein megnaðu at verja fyri flestu skotunum, men eftir tvær royndir fekk Heini Sørensen so gott skot á bóltin, sum endaði í tríkantinum – og so var støðan 4-3.

Onki annað mál kom í dystinum – og sostatt vunnu Føroyar fyrsta dystin ímóti Liktinstein 4-3.

 

 

Facebook viðmerkingar