– Sunnudagin 25. november klokkan 16.00 lesur Eyð Matras úr handritinum Morgunstjørnan yvir Wittenberg, sum hon framførdi í Posthúskjallaranum í Klaksvík í fjør sambandi við Reformatiónin 500 ár.
Morgunstjørnan yvir Wittenberg er forteljing um Katharinu von Bora. Vit kenna øll Martin Luther, men hvør var kona hansara, og hvønn leiklut hevði hon í hansara lívi?
Martin Luther var maður av síni tíð. Kvinnan hevði eingi rættindi og var ogn hjá manninum, men hjúnabandið við Katharinu von Bora hevur merkt reformatorin. Ilt er at ímynda sær eitt Europa, um tankarnir hjá Martin Luther sluppu at standa einsamallir.
Hugsjónaliga broyttist trúbótarin, tá Katharina kom inn í hansara lív.
Luther var eitt arbeiðsgrev. Hann skrivaði 350 bøkur, 2000 prædikur og 2500 brøv.
Men, tað er ikki fyrr enn í nýggjari tíð, at fólk eru farin at geva Katharinu von Bora ans. Í dag, 500 ár eftir trúbótina, eru fornfrøðingar farnir at grava við Svarta Kleystrið eftir leivdum frá húsarhaldinum hjá Katharinu, alibrúkinum, fjósunum, urtagørðunum og bryggjarínum.
Kanska tey næstu 100 árini fara at snúgva seg um hennara ískoyti?
Aftaná framførðsluna verður bjóðað kaffi, te og smákøkur, og høvið er at lata eina gávu til kirkjuna.
Eyð Matras hevur skrivað handritið Morgunstjørnan yvir Wittenberg, ið er forteljing um Katharinu von Bora konu Martin Luther, trúbótaran.
Facebook viðmerkingar