U 16 landsliðið hjá gentum, sum í døgunum 4. – 6. januar 2019 skal verða við í EM-kapping fyri fyrstu ferð, hevur nógvar venjingar saman restina av árinum. Í løtuni telur bólkurin 16 gentur, men hetta skal áðrenn kappingina skerast niður á 12 gentur.
Kappast verður í einum bólki upp á 6 lið, og hini liðini í bólkinum eru Finnland, Svøríki, Danmark, Írland og Ísland – sum sagt frammanfyri, er tað fyrstu ferð, at Flogbóltssamband Føroya hevur teknað lið til eina EM-kapping í hesum aldursbólkinum, so trupult er nú at siga, hvussu genturnar fara at standa seg í kappingini.
Kappast verður í einum bólki upp á 6 lið, og hini liðini í bólkinum eru Finnland, Svøríki, Danmark, Írland og Ísland.
Venjarar eru Rajko Petrovic og Hans Simonsen.
Tær sum eru á liðnum eru hesar:
Frá Drátti:
Alexandra Jørgensen
Kristina Lovisa Thomassen
Paula Nattestad
Frá KÍF:
Kristianna Bartalsdóttir
Milja Silvansdóttir
Frá ÍF:
Nicola Toftegaard
Frá SÍ:
Anja Sólja Niclasen
Bára Jansdóttir
Malan Maria í Haraldstovu Weihe
Maria Magnussen
Sofía Weihe Simonsen
Tóta Búadóttir
Rannveig Rós Joensen
Frá TB:
Bjarta Sørensen
Ingrid Erharsdóttir
Vár Ólavsdóttir
Facebook viðmerkingar