Í 2017 gjørdist Vágs kommuna partur av samstarvinum í ABC fyri sálarligari heilsu, sum er eitt samstarv sum Fólkaheilsuráðið hevur sett á stovn millum stovnar, fyritøkur, kommunur og onnur í Føroyum.
Vágs kommuna hevur síðani skipað fleiri tiltøk í tráð við grundhugsanina handan ABC fyri sálarligari heilsu. Í ár var so á fyrsta sinni skipað fyri Rørslufagnaði í Vági og var hetta fríggjadagin 3. mai.
Fólkaheilsuráðið hevur gjørt hetta filmsbrotið um Rørslufagnaðin í Vági 2017.
Facebook viðmerkingar