Træseglskipini 20 fjórðingar úr Lindesnes

Føroysku træseglskipini, sum eru á veg til Danmarkar, eru nú 20 fjórðingar vesturúr Lindesnes í suður Norra.

Umborð á Johannu TG 326 siga teir, at ferðin hevur gingið gott, veðrið hevur verið gott, men lotið kalt.

Teir hava tað eisini gott umborð. Á matarlepanum í gjárkvøldið vóru seyðarhøvd og í dag fleskasteik.

Myndirnar tók Páll G. Jacobsen

Facebook viðmerkingar