Valfundur í Hovi 20. august

Týskvøldið 20. august kl. 19:00 skipar Demokratia fyri valfundi á Miðnámsskúlanum í Hovi.

Evnið er umhvørvispolitikkur, og valevni fyri flokkarnar luttaka.

Høvi verður hjá áhoyrarunum at seta spurningar til valevnini.

Á fundinum verður eisini eitt kveikjandi innspæl frá Anniku Bolton Mortensen, journalisti

Orðstýrari er Liljan Weihe.

Kaffi/te og køkur vera at fáa, og øll eru hjartaliga vælkomin.

Valfundurin í Suðuroy er annar av trimum valfundunum, sum Demokratia skipar fyri. Tann fyrsti var í Fuglafirði 14. august, og triði og seinasti fundur verður í Havn 27. august.

Facebook viðmerkingar