Skrá og kunning um Føroya sunnasta 1/2 maraton

Leygardagin verður Føroya Sunnasta 1/2 marathon í Suðuroynni.

Hetta er triðja árið, at Hvistan skipar fyri 1/2marathon í Suðuroynni, har bæði gingið og runnið verður.

Tiltakið í ár byrjar í Trongisvági við Stórá, áðrenn leiðin so liggur umvegis Øravík, Hov, Porkeri og Vág, har málið er vesturi á Eiðinum við Vágshøll.

Veðurforsøgnirnir siga frá góðum veðrið, eitt lítið lot, sól og hitin um 10stig.

Endamálið við tiltakinum, er at fáa fólk út, seta sær eitt mál og so sjálvandi eisini uppliva Suðuroynna. Tiltakið byrjar kl. 10.00 og væntast at øll eru komin á mál umleið kl. 14.00. 

Ferðslan millum Vág og Trongisvág verður tí eisini nakað merkt av, at nógv fólk eru á gongubreytum og vegunum, og tí vónar Hvistan saman við Landsverki og løgregluni, at bilførarar vísa ans, soleiðis at øll fáa ein góðan túr, bæði tey ið ganga og renna og tey í bili. 

SKRÁIN

Fríggjadagur 20. September:
Kl. 17-19 Útflýggjan av bringutølum, VB-húsið (á Eiðinum í Vági)
Kl. 21.00 Aftankvirran í Vágs Kirkju, Ingi Poulsen syngur

Leygardagur 21. september:
08.00 Vágshøll er opin (møguleiki at skifta)
09.00 Bussur fer frá Vágshøll og til Ítróttarhúsið við Stórá.
09.00 Bringutøl verða útflýggjaði í Ítróttarhúsinum, gongufólk fyrst.
10.00 Gongufólkini avstað (tey ið nýta meira enn 3 tímar)
11.00 Rennarar avstað
– depot er í Bønhúsinum í Øravík, við Kirkjuna í Hovi, Porkeri, við Frelsunarherin í Vági og á Gørðunum í Vági.
12.45 Fyrstu rennararnir koma á mál við Vágshøll.
13.00 Heilsugongutúrur frá bussskýlinum á Nesi til Vágshøll, 3,2 km
13.30 Tónleikur og hugni í VB-húsinum, við Inga Poulsen og Hans Jacob Hjelm.
– Pálshøll hevur ókeypis atgongd fyri luttakarar (sauna, heitir pottar, svimjing og dampbað)
16.20 Bussur koyrir til Prince av Vágseiðinum.

Teinurin:
Runnið verður úr Trongisvági til Øravík, út í bygdini í Hovi og eftir gamla vegnum oman í Porkeri, inn móti Nesi og vestur á Eiði í Vági, har málið er við Vágshøll.
í ár verður runnið beinleiðis gjøgnum Vág og vestur í Vágshøll (ikki suður um/runt Vatnið). 

Skifting og viðføri:
Møguleiki verður at skifta í Vágshøll og við Stórá, og viðførið verður koyrt úr Trongisvági til Vágshøll.

Bussur:
Hvistan skipar fyri bussi úr Vági (gongufólk og rennarar fara við sama bussi)
Seinnapartin verður bussur av Eiðinum (Vágshøll) til Prince

Depot á leiðini:
Á Føroya Sunnasta 1/2marathon eru hesi vatndepotini:
 *) Bønhúsið í Øravík (vælkomin at vitja inn)
 *) í bygdini í Hovi (Kirkjan í Hovi er eisini opin, um ein ynskir eitt pitstop)
 *) í bygdini í Porkeri
 *) Frelsunarherðurin í Vági
 *) Á Gørðunum í Vági (vesturi í bygdini)
 *) á málinum við Vágshøll 

Trygd og annað:
Suðuroyar Bjargingarfelag fylgir luttakarunum á leiðini við tveimum bilum, og veitir hjálp um neyðugt, so sum plástur, vatn ella aðra hjálp. Tó koyra teir ikki luttakarar, men kunnu hjálpa at fáa fólk til nærmasta depot.

Ferðslan á degnum:
Fyrsti partur av teininum verður runnið á gongubreytini í høgru síðu og fylgja vit hesi leið, umvegis Bønhúsið í Øravík og til komi er í tunnilin til Hovs.
Tá ið komi er úr tunnlinum í Hovi, verður runnið í vinstrusíðu líka til komi verður inn móti Vági, har aftur verður fari í høgru síðu at renna. 

Facebook viðmerkingar