Av Paul Petersens Idrætsinstitut í starvsvenjing á Ítróttaháskúlanum

Tíðindi

Seinastu vikuna av heystskeiðnum á Ítróttaháskúlanum hevur Jónas Syderbø verið í starvsvenjing. Jónas gongur á Paul Petersens Idrætsinstitut, sum er í Keypmannahavn.

Ítróttaháskúlin hevur á Facebook-vanganum sett Jónas nakrar spurningar:

Hví yngsti tú at koma júst her? 

“Tí tað tykist sum tit hava stýr uppá hvat tit gera, og hava tað festligt ímeðan” 🙂

Heldur tú tað er so, sum tú væntaði?

“Ja, faktiskt eri yvirraskaður yvir, hvussu nógv tit fáa burtur úr hvørjum degi.”

Hevur lært nakað? 

“Ja, serliga sosialu spælireglurnar við ungum fólki.”

Kundi tú sæð teg, sum part av arbeiðstoyminum á Ítróttaháskúlanum eftir loknu frílufts útbúgvingina?

“Ja avgjørt, tí at arbeiða úti í náttúruni, saman við ungum fólki er sera gevandi og spennandi, umframt at ein ongantíð veit hvussu náttúran uppførir seg. Eisini tann róligi, men kortini villi stemmningurin man merkir, tá man kemur á skúlan, er tiltrekkjandi.”

Guðmundur Joensen, leiðari á Ítróttaháskúlanum, sigur, at Jónas er tann fyrsti av fleiri, sum eru undir útbúgving, sum koma á Ítróttaháskúlan í starvsvenjing.

Facebook viðmerkingar