Góð 55.600 fólk búðu í Føroyum 1. oktober — vøksturin var 1,6%

BySuðuroyarportalurin

11. november 2026

1. oktober búðu 55.616 fólk í Føroyum. Fólkatalið vaks við 881 fólkum, ella 1,6 prosentum, seinastu tólv mánaðirnar. Nettoflytingin stóð fyri meginpartinum av vøkstrinum.

Ferð er komin á fólkavøksturin aftur eftir nøkur ár við lutfalsliga lítlum vøkstri. Nærum 900 fólk ella 1,6 prosent løgdust afturat seinasta árið. Seinast, fólkatalið vaks so nógv, var fyri seks árum síðani. Meginparturin av vøkstrinum kemur frá nettoflytingini, sum er nærum tíggjufaldað í mun til undanfarna tíðarskeið. 

Lesið eisini meira her

Fólkatalið í kommununum 

Í kommununum vaks fólkatalið mest í Tórshavnar, Runavíkar og Sjóvar kommunu, og síðani í Klaksvíkar, Sunda og Eysturkommunu.

Seinastu fimm árini hevur størsti fólkavøksturin í tali verið í hesum somu kommununum og í Nes kommunu, men ikki í Sunda kommunu. Lutfalsliga hevur vøksturin verið størstur í Sjóvar kommunu við 19 prosentum og Nes kommunu við 13 prosentum. Í Runavíkar kommunu hevur vøksturin verið sjey prosent, meðan hann í Tórshavnar, Klaksvíkar og Eysturkommunu hevur verið á leið tann sami sum fyri alt landið, um fýra prosent.

Fólkatalið minkaði mest í Tvøroyrar og Vágs kommunu seinasta árið. Seinastu fimm árini er fólkatalið minkað mest í tali í hesum báðum kommununum, við knøppum fimm prosentum í hvørjari.

Sí fleiri tøl í talvuni niðanfyri, sum vísir fólkatalið í kommununum við tilhoyrandi bygdum 1. oktober 2025 og 2026.  

Fólkatalið í kommunum og bygdum

okt 2025 – okt 2026

 oktobermunur
 20252026persónar%
Tilsamans54.73555.6168811,6
Eiðis kommuna768783152,0
– Eiði694705111,6
– Ljósá333300,0
– Svínáir414549,8
Eysturkommuna2.2872.348612,7
– Gøtugjógv4956714,3
– Leirvík1.0351.064292,8
– Norðragøta652669172,6
– Skálafjørður, Eysturkommuna5500,0
– Syðrugøta515525101,9
– Undir Gøtueiði3129-2-6,5
Fámjins kommuna7271-1-1,4
– Fámjin7271-1-1,4
Fuglafjarðar kommuna1.6311.656251,5
– Fuglafjørður1.6211.641201,2
– Hellurnar1015550,0
Fugloyar kommuna4846-2-4,2
– Hattarvík1816-2-11,1
– Kirkja303000,0
Hovs kommuna10710700,0
– Hov10710700,0
Húsavíkar kommuna11211421,8
– Dalur384025,3
– Húsavík6564-1-1,5
– Skarvanes910111,1
Hvalbiar kommuna626641152,4
– Hvalba560573132,3
– Sandvík666823,0
Hvannasunds kommuna426425-1-0,2
– Depil5500,0
– Hvannasund27027331,1
– Múli022–
– Norðdepil150143-7-4,7
– Norðtoftir121100,0
Klaksvíkar kommuna5.5175.592751,4
– Ánirnar5851-7-12,1
– Árnafjørður626311,6
– Húsar4341-2-4,7
– Klaksvík5.1285.219911,8
– Mikladalur2722-5-18,5
– Norðoyri14514942,8
– Svínoy3027-3-10,0
– Syðradalur, Kalsoy9900,0
– Trøllanes1511-4-26,7
Kunoyar kommuna14814910,7
– Haraldssund6865-3-4,4
– Kunoy808445,0
Kvívíkar kommuna611610-1-0,2
– Kvívík393383-10-2,5
– Leynar12112986,6
– Skælingur131300,0
– Stykkið394125,1
– Válur4544-1-2,2
Nes kommuna1.6081.625171,1
– Nes, Eysturoy371370-1-0,3
– Saltnes165159-6-3,6
– Toftir1.0721.096242,2
Porkeris kommuna326321-5-1,5
– Porkeri326321-5-1,5
Runavíkar kommuna4.4194.5741553,5
– Elduvík121318,3
– Funningsfjørður5965610,2
– Funningur424424,8
– Glyvrar480490102,1
– Lamba15215863,9
– Lambareiði121318,3
– Oyndarfjørður129117-12-9,3
– Rituvík350347-3-0,9
– Runavík560580203,6
– Saltangará1.2331.289564,5
– Skála789808192,4
– Skálafjørður, Runavíkar kommuna13413510,7
– Skipanes5351-2-3,8
– Søldarfjørður3243603611,1
– Æðuvík901041415,6
Sands kommuna54555161,1
– Sandur54555161,1
Sjóvar kommuna1.2641.361977,7
– Innan Glyvur798011,3
– Kolbeinagjógv3028-2-6,7
– Morskranes1924526,3
– Selatrað3835-3-7,9
– Strendur1.0981.194968,7
Skálavíkar kommuna161175148,7
– Skálavík161175148,7
Skopunar kommuna482480-2-0,4
– Skopun482480-2-0,4
Skúvoyar kommuna333639,1
– Skúgvoy2831310,7
– Stóra Dímun5500,0
Sumbiar kommuna33533610,3
– Akrar111100,0
– Lopra808445,0
– Sumba244241-3-1,2
– Víkarbyrgi000–
Sunda kommuna1.7741.830563,2
– Gjógv1820211,1
– Haldórsvík118112-6-5,1
– Hósvík319339206,3
– Hvalvík25225420,8
– Langasandur4046615,0
– Nesvík000–
– Norðskáli31031882,6
– Oyrarbakki153166138,5
– Oyri183197147,7
– Saksun131417,7
– Streymnes32432400,0
– Tjørnuvík4440-4-9,1
Sørvágs kommuna1.2611.26210,1
– Bøur717211,4
– Gásadalur151500,0
– Mykines141400,0
– Sørvágur1.1611.16100,0
Tórshavnar kommuna23.36723.7313641,6
– Argir2.5722.7591877,3
– Hestur141517,1
– Hoyvík4.6824.699170,4
– Hvítanes10995-14-12,8
– Kaldbak249239-10-4,0
– Kaldbaksbotnur7700,0
– Kirkjubøur757945,3
– Kollafjørður814813-1-0,1
– Koltur000–
– Mjørkadalur000–
– Norðradalur9900,0
– Nólsoy222217-5-2,3
– Oyrareingir383912,6
– Signabøur14814910,7
– Sund1100,0
– Syðradalur, Streymoy810225,0
– Tórshavn14.15014.3391891,3
– Velbastaður269261-8-3,0
Tvøroyrar kommuna1.7101.675-35-2,0
– Froðba255252-3-1,2
– Trongisvágur520509-11-2,1
– Tvøroyri858841-17-2,0
– Ørðavík252728,0
– Ørðavíkslíð5246-6-11,5
Vága kommuna2.1842.207231,1
– Miðvágur1.1331.14180,7
– Sandavágur1.0071.022151,5
– Vatnsoyrar444400,0
Vágs kommuna1.3371.310-27-2,0
– Vágur1.3371.310-27-2,0
Vestmanna kommuna1.2511.264131,0
– Vestmanna1.2511.264131,0
Viðareiðis kommuna325336113,4
– Viðareiði325336113,4

Viðm.:Uppgjørt fyrst í mánaðinumKelda:Hagstova Føroya

Facebook viðmerkingar