Fólkatalið veksur í Føroyum, minkar í Suðuroynni

BySuðuroyarportalurin

11. november 2026

Í tíðarskeiðnum frá oktober 2025 til oktober 2026 er fólkatalið í Føroyum vaksið við 881 fólkum, ella 1,6 prosentum. Sama tíðarskeið er fólkatalið í Suðuroynni minkað við 52 fólkum, ein minking á 1,2 prosent.

Í oktober 2025 búðu 4.513 fólk í Suðuroynni. 12 mánaðir seinni, í oktober 2026, búðu 4.461 fólk í Suðuroynni.

Serliga er tað burðaravlopið, sum er orsøk til minkingina í fólkatalinum. Í 12 mánaðar tíðarskeiðnum frá oktober 2025 til oktober 2026 vórðu 30 børn fødd í Suðuroynni (flestu fødd á Landssjúkrahúsinum), meðan tað deyðu 63 fólk. Burðaravlopið var sostatt negativt við 33.

Frá oktober 2025 til oktober 2026 fluttu 92 fólk til Suðuroynna uttan úr heimi, meðan tað fluttu 74 fólk úr Suðuroynni út í heim. Sostatt fluttu tað fleiri fólk til Suðuroynna enn úr Suðuroynni, tá hugt verður eftir flytingum millum Suðuroynna og útlond.

Hinvegin fluttu fleiri úr Suðuroynni til aðrar partar av Føroyum í tíðarskeiðnum frá oktober 2025 til oktober 2026. Tilsamans fluttu 159 fólk til Suðuroynna úr øðrum pørtum av Føroyum, meðan 196 fluttu úr Suðuroynni til aðrar partar av Føroyum.

Verður hugt eftir gongdini í fólkatalinum í einstøku kommununum í Suðuroynni frá oktober 2025 til oktober 2026, so var gongdin hendan:

Hvalbiar kommuna: +15
Tvøroyrar kommuna: -35
Fámjins kommuna: -1
Hovs kommuna: 0
Porkeris kommuna: -5
Vágs kommuna: -27
Sumbiar kommuna: +1

Facebook viðmerkingar