Heini og Fremad Amager varpaðu FC Midtjylland úr steypakappingini

Fremad Amager við Heina Vatnsdal á liðnum vann í kvøld 1-0 á FC Midtjylland. Fremad Amager spælir í 1. Deild, meðan FC Midtjylland er oddalið í Superliga’ini. FC Midtjylland vann eisini steypakappingina, Sydbank Pokalen, í 2019.

Hetta er annars 2. Superligaliðið at Fremad Amager slær út úr steypakappingini, tí Fremad Amager hevur eisini vunnið á Lyngby.

Facebook viðmerkingar