Vágseiðið nú sum putlispæl

Tíðindi

Á jólum er familjan savnað. Og í ár fer eisini at bera til hjá familjum at savna føroysk putlispøl. Týsdagin 19. desembur verða putlispøl við føroyskum myndum at fáa kring landið.

Talan er um seks ymisk putlispøl. Og Suðuroyggin er eisini við. Á einu myndini sæst Vágseiði. Vøkru myndina hevur Mortan Mortensen tikið í setandi sól.

Aftrat myndini av Vágseiði eru hesi putlispøl at fáa: Tórshavn, Klaksvík, Trælanípan, Mykines og Bøur. Tvey putlispøl eru við 1000 brikkum, og hini fýra eru 500 brikkar.

Um jólini savna vit okkum um høgtíðina og familjuna. Føroysku putlispølini bjóða øllum føroyingum at njóta jólafriðin og samveruna við familju og vinum.

Prísurin fyri eitt putlispæl í handlunum kring landið er 198 krónur. Í Suðuroy eru putlispølini at fáa í Torginum í Vági og í Tangabúðini í Trongisvági.

Facebook viðmerkingar