Harra- og kvinnuborðhald í Vági 10. mars

Tíðindi

Vælumtóktu árligu Harra- og kvinnuborðhaldini í Vági verða leygardagin 10. mars. Hetta eru tvey tiltøk, sum hvørt ár eru sera væl vitjaði.

Harraborðhaldið verður sum vant í Stóra Pakkhúsi, meðan kvinnuborðhaldið verður í VB-húsinum. Eftir borðhaldini er almennur dansur í VB-húsinum, har bæði menn og kvinnur savnast. Til dansin í VB-húsinum spæla Hans Jacob & Vinmenn.

Atgongumerkini til Harra- og Kvinnuborðhaldið verða seld seinni – og nærri verður lýst um søluna tá hon fer ígongd.

 

Facebook viðmerkingar