Heilsutúrur í Vági leygardagin

Leygardagin skipar Rørslufelagið Hvistan fyri heilsutúri, har fólk í øllum aldri eru vælkomin, um tey trilla, rulla, súkkla, ganga ella renna, tí endamálið er bert at fáa rørslu í kroppin.

Túrurin leygardagin 3. februar verður av Tríkantinum í Vági og byrjar hann kl. 11.00 og aftaná bjóðar Hvistan frukt og kunnar um teir venjingartímar tey eru virkin í Trongisvági og í Vági.

Facebook viðmerkingar