Burðartølini í Suðuroynni alarmerandi

Fólkatalið í Føroyum vaks við 676 fólk ella 1,4% í frá 1. jan. 2017 til 1. jan. 2018. Vøkstur var í øllum sýslum uttan í Sandoyar sýslu. Í Suðuroynni stóð fólkatalið í stað, men burðartalið var óvanliga lágt.

Í heilt nógv ár hevur fólkatalið í Suðuroynni gingið skeiva vegin. Seinastu árini er fólkatalið stabiliserað rundanum 4.600 fólk, samstundis sum fólkatalið í Føroyum veksur ár um ár.

Fólkatalið í Suðuroynni var við ársbyrjan 2017 4.609 og við árslok 2017 vóru tað 7 fleiri suðuroyingar, soleiðis at fólkatalið var komið upp á 4.616.

 

Alarmerandi lágt burðartal

Verður farið aftur um tølini, so kann staðfestast, at í 2017 blivu bara fødd 40 børn í Suðuroynni (fødd á Suðuroyar Sjúkrahúsi og á Landssjúkrahúsinum). Hetta er óvanliga lágt og fylgir tíverri einum greiðum tendensi, sum hevur verið seinastu nógvur árini.

Í 1970unum blivu fødd 95-100 børn um árið í Suðuroynni. Í 1980unum kom talið niður á 85-90 børn um árið. Í 1990unum niður á 70 børn um árið. Frá 2000 til 2010 blivu 55-60 børn fødd um árið. Frá 2010-2015 var støðið um 55 børn um árið, men seinastu árini er talið av børnum, sum verða fødd í Suðuroynni alsamt minkað.

Í 2017 vórðu 40 børn fødd í Suðuroynni. Og eru tað neyvan fødd færri børn í Suðuroynni síðani í 1930unum, enn tað vórðu fødd í 2017.

Støðan er alarmerandi, tí í 2017 doyðu 62 fólk og var “normali” fólkavøksturin í Suðuroynni sostatt negativur við 22 í 2017. Tilflyting hevur tó ført við sær, at fólkatalið ikki minkaði, men vaks við 7 í 2017.

Gongdin í fólkatalinum í Suðuroynni er púra greið. Samlaða fólkatalið stendur í stað, men talið av eldri í Suðuroynni veksur ár um ár, samstundis sum tey í yngru ættarliðini gerast alsamt færri.

Avbjóðingin í Suðuroynni er stór og krevur 

 

Facebook viðmerkingar